VÍF - VB útsettur vegna veður

Ringa veðrið argar eisini hondbóltin

Savnsmynd. Ringa veðrið forðar VB at spæla í Vestmanna í morgin, og tí er ætlaði dysturin útsettur

Savnsmynd. Ringa veðrið forðar VB at spæla í Vestmanna í morgin, og tí er ætlaði dysturin útsettur

Eftir ætlan skuldu tveir kvinnudystir og tveir mansdystir leikast í morgin, men vegna ringa veðrið verður annar kvinnudysturin av ongum.

Smyril siglir ikki í morgin og dysturin, VB - VÌF í SMS-deildini er útsettur. Hinir dystirnir fara fram sum ætlað.

Tí er skráin hendan í morgin:

Klokkan 14.00: Neistin - StÍF (SMS-deildin, kvinnur)

Klokkan 16.00 Neistin - StÍF (Okkaradeildin, menn)

Klokkan 16.00 VÍF - KÍF (Okkaradeildin, menn)

FM1 sigur frá báðum dystunum í Okkaradeildini klokkan 16.00.

Teir báðar mansdystirnar nevnir Vikuskiftissosialurin fyri "Supersunnudag". Báðir dystirnir eru sera avgerandi fyri hálvfinalustríðið í Okkaradeildini nú bert fýra dystir resta í.

Støðan í Okkaradeildin er í løtuni hendan:

Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71144033277624
2VÍF143993653418
3StÍF14390391-117
4Neistin143703363416
5KÍF143703432715
6Kyndil14358377-198
7Team Klaksvík14288439-1510

Støðan í SMS-deildini er hendan:

Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil153983059322
2VÍF154073495822
3H71154103446620
4Neistin153683125620
5Stjørnan15356410-549
6StÍF15339437-987
7VB14300421-1214


 

 

Savnsmynd. Ringa veðrið forðar VB at spæla í Vestmanna í morgin, og tí er ætlaði dysturin útsettur