VÍF yvirhálaði í Klaksvík

VÍF tetti oddastríðið í Okkaradeildini við greiðum sigri á Team Klaksvík

Savnsmynd. Andrias Eriksen og VÍF klatra á stigatalvuni

Savnsmynd. Andrias Eriksen og VÍF klatra á stigatalvuni

VÍF kundi í dag fegnast um at yvirhála KÍF á stigatalvuni, eftir 33-28 sigur á Team Klaksvík.

Sí eisini:

Neistin knógvaði kollfirðingum

Vestmenningar komu til Klaksvíkar eina viku eftir sera góða sigurin ímóti StÍF, og ætlaðu sær at nærkast júst StÍF á stigatalvuni. Og tað varð væl avgreitt.

VÍF skapti tíðliga eina leiðslu upp á eini fýra mál, og økti í seinna hálvleiki upp í átta mál. Tað var ongantíð veruligur ivi um at vestmenningar fóru heim við báðum stigunum, og úrslitið endaði við 33-25 sigri til VÍF.

Filip Jojic var enn einaferð stóra álitið í Vestmannaálopinum. Hann skoraði tíggju mál úr opnum spæli.

 

Okkaradeildin
Team Klaksvík – VÍF 28-33 (12-18)
10. november, Klaksvíkar badmintonhøll
Málskjúttar Team Klaksvík
Kaito Nakahodo8
Jens Pauli Mohr8
Vilhelm Vilhelmsen5
Jan Eli Ragnarsson3
Sámal á Tjaldrafløtti2
Beinir Johannesen1
Sakaris Ludvík Súnason1
Málskjúttar VÍF
Filip Jojic10
Sjúrður Olsen6
Hallur Arason4
Andrias Eriksen4
Jóhann í Garðastovu3
Jákup Andreas Joensen2
Magnus Müller2
Niels Jákup Egholm1
Heini á Heygum1

Støðan í Okkaradeildini eftir dagsins dystir (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7172071654212
2StÍF8226220611
3VÍF82272111610
4KÍF8222204189
5Neistin8208195138
6Kyndil7182192-104
7Team Klaksvík8179264-850

Savnsmynd. Andrias Eriksen og VÍF klatra á stigatalvuni