Viking fult stigatal - Kjartan er toppskjútti í deildini

Viking Stavanger við Kjartani Johansen og Helga Hildarsyni Hoydal liggja á odda í norsku 1. deild.

Helgi Hildarson Hoydal skipar verjuna, meðan Kjartan Johansen rennur aftur eftir at hava skorað enn eitt mál (mynd: Viking Håndball á facebook)

Helgi Hildarson Hoydal skipar verjuna, meðan Kjartan Johansen rennur aftur eftir at hava skorað enn eitt mál (mynd: Viking Håndball á facebook)

 

Føroyingafelagið, Viking úr Stavanger úr Noregi mátti síggja møguleikan fyri at flyta upp í bestu norsku deildina gleppa av hondum í vár. Í ár stevnir felagið eftir at røkka uppflytingini, og eftir seks dystir er liðið á rættari kós. Allir seks dystirnir eru vunnir, og Viking liggur einsamalt á odda í 1. deild, ið er undir meistaradeildini, ið nevnist "Rema1000-ligaen"

Jónas Gunnarsson Djurhuus spældi seinnu helvt av seinasta kappingarárið, áðrenn hann í summar flutti til FIF í Danmark. Men framvegis eru tveir føroyingar í Viking - og teir gera um seg.

Kjartan Johansen er toppskjútti í deildini eftir seks dystir. Hann hevur skotið 59 mál. 23 av teimum hava verið eftir brotskast. Tey 59 málini í seks dystum gevur føroyska høgra bakkinum eitt miðaltal upp á 9,8 mál fyri hvønn dystin.

Næstur føroyinginum á toppskjúttalistanum er Miguel Pinheiro Sarmento Pereira, ið spælir fyri liðið, Viking TIF úr Bergen. Hann hevur skotið 55 mál, har 12 hava verið eftir brotskast.

Hin føroyingurin í Viking Stavanger, Helgi Hildarson Hoydal, hevur skotið 23 mál í teimum seks dystunum. Tað er næstflest innanhýsis á Viking-liðnum, og gevur eitt pláss sum nummar 27 á toppskjúttalistanum í 1. deild.

Støðan í norsku 1. deild:

NrLiðDVJTMálStig
1 Viking Håndball (Stavanger) 6 6 0 0 172 - 149 12  
2 Fjellhammer 6 5 1 0 164 - 133 11  
3 Nøtterøy Håndball 6 4 1 1 193 - 164 9  
4 Falk Horten 6 4 0 2 152 - 152 8  
5 Kristiansand Topphåndball 6 3 0 3 153 - 153 6  
6 Sandnes 6 3 0 3 172 - 161 6  
7 Sandefjord Håndball 6 2 1 3 159 - 169 5  
8 Viking TIF (Bergenhus) 6 2 0 4 174 - 187 4  
9 Charlottenlund 6 2 0 4 166 - 163 4  
10 Lillestrøm TH 6 1 1 4 160 - 173 3  
11 LFH09 6 1 0 5 170 - 189 2  
12 Bodø HK 6 1 0 5 151 - 193 2  

 

 

Helgi Hildarson Hoydal skipar verjuna, meðan Kjartan Johansen rennur aftur eftir at hava skorað enn eitt mál (mynd: Viking Håndball á facebook)