Víkingar eru ikki nøgdir við fyrsta málið hjá HB (FM1)

(FM1) Hoyr sera stutta samrøðu við Bagga, og samrøðu við Sølva Vatnhamar

Bagge heilsar her uppá varaløgmann, Jørgen Niclasen áðrenn finalan um løgmanssteypið var bríkslað í gongd

Bagge heilsar her uppá varaløgmann, Jørgen Niclasen áðrenn finalan um løgmanssteypið var bríkslað í gongd

##med2##

Aftaná finaluna um løgmanssteypið, ið HB vann 3-1 á Víkingi fingu reportarnir hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge orðið á tvey umboð fyri Víking.

Samrøðan við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze var sera stutt. Bagge var so vónbrotin, at tað var ikki meir enn, at Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á hann. Bagge segði seg ikki verða verða føran fyri at úttala tað sum hann hevði hug at siga.

Betur gekk hjá Tróndi Arge sum fekk orðið á Sølva Vatnhamar. Sølvi staðfestir, at HB var betri enn Víkingur, og vann uppiborið 3-1, men Sølvi er alt annað enn nøgdur við mátan HB kemur á odda 1-0, har hann og liðfelagarnir saman við málverjanum ikki sleppa at stilla upp í verjustøðu, tá Adrian Justinussen skal taka frísparkið, ið leggur HB á odda 1-0 stutt undan steðginum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar, ið vóru gjørdar við Bagga og Sølva Vatnhamar á FM1 aftaná finaluna um løgmanssteypið. 

Bagge heilsar her uppá varaløgmann, Jørgen Niclasen áðrenn finalan um løgmanssteypið var bríkslað í gongd

(Samrøður: Bagge og Sølvi Vatnhamar)