Víkingarnir flongdir á ólavsøku

Álopsspælið var meiri sannførandi enn verjuspælið, tá ið breiddin og tyngdin hjá B36 í seinna hálvleiki av álvara gjørdu seg galdandi

Tað er rættiligur ólavsøkuhýrur í heimaleguni, nú Alex Troleis hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan á Tórsvølli vísir 4-2. Úrslitið ber við sær, at B36 hevur 31 stig og er eitt stig aftanfyri NSÍ og KÍ og seks stig aftanfyri HB, sum fyri einari viku síðani og eisini á Tórsvølli flongdi HB.

Serliga síðsta stóra hálva tíman var greiður munur á liðunum. Tað sást væl, at víkingarnir høvdu runnið meiri aftan á mótstøðumonnunum, og tað sást eisini, at útskiftingarnar hjá B36 munaðu meiri, enn tær gjørdu hjá Víkingi.

Seks mál siga frá undirhaldi, og tað var undirhaldandi. Eisini tí at verjuparturin ikki var so sannførandi, og tí málverjarnir ikki alla tíðina vóru heilt álítandi.

-Eg eri nøgdur við úrslitið og sum heild við hugburð og avrik, men tað var ov lætt, tá ið vit vóru við til at geva teimum tvey mál og eisini aðrar støður. Mátin hjá okkum at spæla er at skora fleiri mál enn mótstøðuliðið, og tá ið Víkingur skoraði tvey mál, so var tað neyðugt hjá okkum at skora í hvussu so er trý. Vit skoraðu fýra, og tað kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

B36 leyp á frá fyrsta bríksli, men tað var Víkingur, sum í fyrra hálvleiki legði seg framum bæði 1-0 og 2-1.

Víkingur setti hol á í trettanda minutti. Skjótt álop, eftir at B36 hevði havt innkast frammarlaga í høgru. Jákup Johansen og Lukasz Cieslewicz vóru arkitektar, og Sølvi Vatnhamar skoraði, tá ið hann spurtaði fram í høgru og gagnnýtti, tá ið Eli Falkvard Nielsen kiksaði í roynd at beina bóltin burtur.

##ms##

B36 javnaði til 1-1 í 23. minutti. Atli Gregersen steðgaði framúr arbeiðssama Sebastian Pingel óregluliga 23 metrar úr málinum og eitt vet til høgru hjá B36. Ynskistøða hjá Árna Frederiksberg at skjóta fríspark, og hann takkaði fyri og sendi bóltin omanfyri manngarðin og dygst inn við stólparótini.

Og tey í B36 leguni høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, tá ið Víkingur svaraði aftur. B36 misti á miðjum vølli í uppspælinum, og so gjørdi Víkingur skjótt av. Jákup Johansen spældi til vinstru, har Finnur Justinussen dygst innanfyri brotsteigarsamankomingina var kroystur, tá ið hann royndi ímóti málinum. Støðan sá ikki vandamikil út, men bólturin fór millum beinini á Róa Mørk Hentze í B36 málinum.

Lítla løtu undan steðginum javnaði B36 til 2-2. Sonni Ragnar Nattestad snaraði sær eftir langt innkast úr høgru á og trillaði bóltin inn til Michal Przybylski, ið ikki fekk nógva ferð á bóltin, sum umvegis ein verjuspælara trillaði framvið málverjan og inn um strikuna.

Heimaliðið royndi at fáa meiri ferð undir ketlarnar eftir steðgin, og so við og við varð munurin alt meiri eyðsýndur, tá ið gestirnir duttu alt longri aftur og kendust vera troyttir og sinniliga ikki so savnaðir um avbjóðngina, sum teir høvdu verið.

B36 legði seg fyri fyrstu ferð framum, tá ið stórt korter var farið av seinna hálvleiki. Málið kom mest sum burtur úr ongum, tá ið Árni Frederiksberg úr høgru legði flatt fram í brotsteigin, har rangstøðufellan kiksaði, og Meinhard E. Olsen var merkiliga leysur og takkaði fyri.

4-2 málið tók spenningin úr undirhaldandi uppgerðini. Sebastian Pingel sneiddi úr høgru og framvið fleiri passivum mótstøðumonnum, og tá ið hann var komin inn móti málteiginum smekkaði hann bóltin dygst inn við nærra stólpa og upp í nettakið.

Víkingur hevur 20 stig, og nú snýr tað seg meiri um at spæla nýtt lið saman enn at hugsa um Europa.

-Vit mugu bara ásanna, at B36 var betri enn vit. Ikki so nógv í fyrra hálvleiki, og í steðginum kendu vit okkum framvegis hava møguleika at vinna stig. Men sum tíðin leið og sæð yvir 90 minuttir, so er eingin ivi um, at heimaliðið var betri. Vit gjørdu ov nógv mistøk bæði í uppspælinum og í verjuspælinum, og mistøkini kostaðu, sigur venjarin hjá Víkingi Eyðun Klakstein, og hann leggur aftrat:

-Hjá okkum snýr tað seg í løtuni ikki um stigatalvuna. Nú fara vit at eftirmeta og so fyrireika okkum til næsta dyst. At tapa á útivølli ímóti B36 kemur fyri hjá fleiri enn okkum, men vit mugu fokusera upp á okkara mistøk og okkara avrik, og so er tað neyðugt, at vit hava bóltin meiri, enn vit høvdu í dag, tí tá ið tú rennur nógv uttan bólt, so kennist tað serliga tungt og møðsamt.

https://www.in.fo/myndasavn/

B36 – Víkingur 4-2 (2-2)

0-1: Sølvi Vatnhamar 12.

1-1: Árni Frederiksberg 23.

1-2: Finnur Justinussen 25.

2-2: Michal Przybylski 43.

3-2: Meinhard E. Olsen 62.

4-2: Sebastian Pingel 68.

Dómari: Alex Troleis

B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen (Hannes Agnarsson, 66.) – Árni Frederiksberg, Eli Falkvard Nielsen (Stefan Radosavljevic, 58.), Magnus Holm Jacobsen, Meinhard E. Olsen – Michal Przybylski (Hugin Samuelsen, 76.), Sebastian Pingel

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen, Bjarni Petersen, Hugin Samuelsen

Venjari: Jákup á Borg

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen (Elias Lervig, 73.) – Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen (Geza Turi, 82.) – Sølvi Vatnhamar, Lukasz Cieslewicz, Jákup Johansen (Andreas Lava Olsen, 67.) – Finnur Justinussen

Gult kort: Ari Olsen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen

Venjari: Eyðun Klakstein

 

HB141211361137
NSÍ14102228832
141022361732
B36141013431931
Víkingur13625232020
ÍF13625192420
EB/Streymur1331992310
TB131398206
AB1405910375
Skála1401138411

 Sunnudagin 2. august

Víkingur - EB/Streymur

Skála - KÍ

HB - NSÍ

B36 - ÍF

AB - TB