Víkingarnir skulu sleppa úr naggatódnini

EB/Streymur hevur fyrr í ár vunnið stig í Sarpugerði

Tað eru tvey lið, ið ikki hava vunnið nógv seinastu ferðirnar, sum seinnapartin hittast í Sarpugerði í Gøtu, tá ið Víkingur fær vitjan av EB/Streymi.

Hóast Víkingur hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, so er Víkingur framvegis við í toppstríðnum. Tað eru seks stig frá B36 og aftur til Víking, sum er á fimta plássi.

Í dag er Víkingur stórfavorittur á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum nú er undir strikuni.

Hóast Víkingur er stórfavorittur, so siga tølini, at tað ber til hjá teimum lægru støddu at vinna stig í Gøtu. Tá ið EB/Streymur í mai var í Gøtu, endaði tað 1-1.

Skaðalistin hjá EB/Streymi er framvegis langur, og gøtumaðurin í EB/Streymi, Magnus Jarnskor, er framvegis leikbannaður. Ragnar Samuelsen er tøkur aftur, eftir at hann sat uttanfyri ímóti B36.

Hjá Víkingi er miðverjin Vukasin Tomic leikbannaður, og álopsspælarin Arnbjørn Svensson er skaddur.