Víkingur fær tilgongd av Skála

Jákup Johansen hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Víking

Mynd: (Víkingur) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jákup Johansen

Mynd: (Víkingur) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jákup Johansen

Víking hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Jákup Johansen. Í gjár bleiv Eyðun Klakstein settur sum nýggjur venjari og samstundis bleiv boðað frá, at 37 ára gamli Atli Gregersen tekur eitt ár afturat.

Undan teimum hava Sølvi Vatnhamar og Vukasin Tomic gjørt nýggjan sáttmála, meðan Hanus Jacobsen er givin, Heðin Hansen farin til HB og Adeshina Lawal til AB. 

- Jákup er 26 ára gamal, er av Strondum, og er ein vinstrabeintur framrættaður spælari. Hann hevur seinastu nógvu árini umboða barndómsfelagið Skála. Jákup hevur spælt 124 dystir í bestu deildini, har hann hevur skorað 21 mál. Víkingur fegnast um at fáa Jákup í hópin komandi tvey árini, og vilja vit ynskja honum vælkomnan til Víking, skrivar felagið á Facebook.

Mynd: (Víkingur) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jákup Johansen