Víkingur leingir við verjuleikara

Serbiski verjuleikarin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála.

Serbiski verjuleikarin hjá Víkingi, Vukasin Tomic, heldur fram í felagnum. Tað boðar Víkingur frá í kvøld.

Sáttmálin ímillum Víking og 32 ára gamla Vukasin Tomic er longdur við tveimum árum.

- Víkingur fegnast um, at stóri og sterki miðverjin verður partur av hópinum komandi tvey árini, skrivar felagið á facebook.

Vukasin Tomic hevur verið fastur fúsur í Víkinga-verjuni í ár, har hann einans hevur mist ein dyst í Betrideildini vegna leikbann.