Byrja bridge-skúlan í SMS

Hvørt hóskvøld hetta til jóla verður bridgeskúli í Bridgehúsinum í Havn, men longu í morgin ber til at royna seg við bridgeborðið á torginum í SMS.

Havnar Bridgefelag boðar frá, at tey fara at hava bridgeskúla hvørt hóskvøld hetta fram til jóla.

 

Men longu í morgin verður tjóvstartað á Torginum í SMS, har trý bridgeborð verða sett upp, og so hava øll møguleika at seta seg at spæla – um ynskiligt við vegleiðing frá royndum bridge-spælarum. Borðini standa frammi frá klokkan 12 til 15.

 

Eyðkenni við kappingarbridge er, at tað hevur lítið og einki við hepni at gera. Í kappingarbridge spæla øll somu kort, so tað ræður um at duga best við kortunum, tí úrslitini verða samanborin við hini, sum hava spælt somu kort.