Víkingur og HB løgdu væl frá landi

Á Skála var tað málríkt, meðan Adrian Justinussen og Øssur Dalbúð skoraðu málini í grannauppgerðini í Gundadali

Gunnar Vatnhamar skoraði tvey mál fyri Víking

Gunnar Vatnhamar skoraði tvey mál fyri Víking

Tveir teir fyrstu dystirnir í venjingarkappingini vóru á middegi.

Í Gundadali vann HB 2-0 ímóti AB. Adrian Justinussen skoraði fyrra málið longu í sjeynda minutti, og Øssur Dalbúð skoraði tey seinna við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Á Skála vann Víkingur 5-3 eftir 4-1 í fyrra hálvleiki.

Fyrsta korterið eftir steðgin spældi Víkingur við heilt øðrum liði enn í fyrra hálvleiki.

Sølvi Vatnhamar og Gunnar Vatnhamar løgdu Víking framum 2-0, og Andreas Egeberg Jacobsen minkaði um munin til 2-1. Gunnar Vatnhamar og Ari Olsen øktu til 4-1 til Víking.

Í seinna hálvleiki minkaðu Lukas Sólheim og Kristian Martin Jakobsen um munin til 4-3, áðrenn Rani Hansen staðfesti 5-3 Víkingasigurin.

Seinni í dag spæla NSÍ og B68, sum er við í kappingini í staðin fyri TB, ið hevur givið avboð.

Gunnar Vatnhamar skoraði tvey mál fyri Víking