Víkingur skal ansa sær

Avbjóðingin er at savna seg um avbjóðinga ímóti AB og ikki at hugsa um steypafinaluna

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur fær vitjan av AB.

Uppgávan hjá AB er framvegis at sleppa undan niðurflytingini. Í løtuni sær tað út til, at tað í mesta lagi verður eitt lið, sum fer at flyta niður. AB hevur 14 stig, og tað eru átta stig aftur til tíggjunda plássið.

Jobin Drangastein og Hørður Tórsson eru skaddir, og Hans Jákup Annfinnsson er tøkur aftur, eftir at hann seinast var burturstaddur.

AB og Víkingur hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í báðum førum var tað á Argjum. 28. apríl vann AB 1-0, og 23. juni vann Víkingur 3-0.

Víkingur kappast við HB um fjórða plássið, sum ber atgongumerki til Europa við sær. Bæði liðini hava 41 stig. Leygarkvøldið hittast tey í finaluni um løgmanssteypið. At vinna løgmanssteypið ber rætt at luttaka í Europa við sær.

Eingin ivi er um, at steypafinalan er týdningarmiklasti dysturin, sum er eftir í ár – bæði hjá Víkingi og HB.

Hjá Víkingi eru landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar og miðvallarin Heðin Hansen leikbannaðir ídag. Philip Djordjevic er tøkur aftur, eftir at hann seinast var burturstaddur.