Víkingur slapp ikki norður við teimum trimum stigunum (FM1)

(FM1) Víkingur vann 2-0 við Stórá, men teir taptu kapprenningina við onnur ferðafólk at sleppa norður við Smyrli klokkan 17.30

Atli Gregersen og hinir spælararnir hjá Víkingi hava havt blandaðar upplivingar í Suðuroy í dag (Savnsmynd)

Atli Gregersen og hinir spælararnir hjá Víkingi hava havt blandaðar upplivingar í Suðuroy í dag (Savnsmynd)

##med2##

Víkingur hevur rættiliga nógv at fegnast um í dag, og tó.

Víkingur vann trygt 2-0 á TB við Stórá í Trongisvági. Longu aftaná seks minuttirs spæla vóru eysturbúgvar á odda 2-0,  og eftir tað koyrdi Víkingur sigurin heim.

Bogi Reinert Petersen og Ari Olsen syrgdu fyri málunum.

Men ov fult var umborð á Smyrli klokkan 17.30, og hópurin hjá Víkingi slapp ikki norður um fjørð við teimum trimum stigunum.

Teir ljósabláu vunnu dystin á vøllinum, men taptu kapprenningina um plássini umborð á Smyrli. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Eina snarljósskjóta samrøðu við liðskiparan hjá Víkingi um dystin við Stórá, tí vit hildu, at Atli og hinir hjá Víkingi máttu skunda sær umborð á Smyril.

2) Hoyr samrøðu við Poul Ingason hjá TB, ið staðfestir, at dysturin var gott og væl avgjørdur aftaná seks minuttir, men Poul hevur vón um, at ÍF sum kemur á vitjan um eina viku ikki sleppur so væl úr Trongisvági. 

3) Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Per Martin Gregersen sum var millum tey hepnu, ið sluppu umborð á Smyril greiða frá serligu støðuni hópurin hjá Víkingi kom í á Drelnesi aftaná dystin. 

##med3##

Atli Gregersen og hinir spælararnir hjá Víkingi hava havt blandaðar upplivingar í Suðuroy í dag (Savnsmynd)

(Samrøður: Atli Gregersen, Víkingur, Poul Ingason, TB og Per Martin Gregersen)

Her sæst Poul Ingason í seinasta útidystinum móti AB á Argjum (Savnsmynd)