Víkingur-TB kl. 17 - B36-AB og NSÍ-Skála kl. 19 á FM1 mikudagin

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal fara at siga frá fjórðingsfinalum í kappingini um løgmanssteypið í morgin

Tróndur Arge fer at siga frá fjórðingsfinalunum, ið vera leiktar í Sarpugerði í Norðragøtu og við Løkin í Runavík

Tróndur Arge fer at siga frá fjórðingsfinalunum, ið vera leiktar í Sarpugerði í Norðragøtu og við Løkin í Runavík

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið verða leiktar í morgin.

Dystirnir eru hesir:

Klokkan 17: Víkingur-TB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 19: B36-AB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 19: 07 Vestur-HB 

Klokkan 19: NSÍ-Skála (FM1 byrjar beinleiðis frásøgn stutt aftaná klokkan 19 um dysturin í Sarpugerði er liðugur aftaná vanliga leiktíð. Verður longd leiktíð í Sarpugerði byrjar beinleiðis frásøgnin seinni.)

Frásøgumenn hjá FM1 er Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.

In.fo fer í samstarvi við dystir.fo at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fjórðingsfinalunum.

Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo út á kvøldið.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

 

 

 

Tróndur Arge fer at siga frá fjórðingsfinalunum, ið vera leiktar í Sarpugerði í Norðragøtu og við Løkin í Runavík