Vilhelm toppskjútti í útisigri hjá Fram

Fram vann á Afturelding í kvøld

Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og hinir í Fram vunnu á útivølli í kvøld góðan sigur á Afturelding

Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og hinir í Fram vunnu á útivølli í kvøld góðan sigur á Afturelding

Tað gjørdist eitt gott føroyingakvøld í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.

Føroyingaliðið, Fram vann 29-24 á Afturelding á útivølli. Í steðginum var Fram á odda 18-15. 

Fram steðgaði nakað upp í byrjanini í seinna hálvleiki, og heimaliðið megnaði at koma uppá javnleik 21-21, men Fram´arnir tóku seg saman og vóru omaná seinastu løtuna av dystinum.

Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Fram við seks málum. Rógvi Dal-Christiansen skoraði eitt mál fyri Fram í kvøld. Báðir føroyingarnir fingu hvør sínar tveir minuttir á beinkinum í kvøld. 

Næsta uppgávan hjá Fram er á heimavølli móti FH 17. mars.

Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen skulu nú út at ferðast við landsliðnum til útidystir móti Ukraina og Kekkia áðrenn heimadystur verður móti Ukraina sunnudagin 14. mars.

Hitt føroyingaliðið, KA tekur móti Selfoss á Akureyri í annaðkvøld klokkan 19.30.

Støðan í sera jøvnu Ólisdeildini: 

Lið
Haukar12 dystir342:29019  stig
FH12353:32716
Selfoss12312:29715
Valur12351:32715
Afturelding13336:33915
Fram13 dystir328:32614 stig
KA12 dystir312:295

14 stig

ÍBV12352:33213
Stjarnan12328:32212
Grótta12285:2969
Þór Akureyri12267:3224
ÍR12279:3720

 

 

Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og hinir í Fram vunnu á útivølli í kvøld góðan sigur á Afturelding