Viljormur: Fantastiskt at síggja bóltin fara inn (FM1)

(FM1) Eisini hjá Viljormi Davidsen er talan um ein stóran lætta og eina stóra gleði at vinna aftur

Eisini Viljormur Davidsen stríddist væl móti Malta

Eisini Viljormur Davidsen stríddist væl móti Malta

##med2##

- Tað var ótrúligt at síggja bóltin fara inn. Hetta sigur Viljormur Davidsen, ið eins og liðfelagarnir á landsliðnum hevur tystað eftir einum sigri, og hann kom loksins í kvøld á Tórsvølli, tá Føroyar vunnu 1-0 á Malta.

Viljormur Davidsen heldur, at Atli Gregersen og Lars Olsen hava tænt føroyskum landsliðsfótbólti væl, og tí er hann eyka glaður fyri, at teir báðir fingu endað sína tíð á Tórsvølli við einum sigri.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Viljorm Davidsen aftaná 1-0 sigurin á Malta.

##ms##

Eisini Viljormur Davidsen stríddist væl móti Malta

(Samrøða: Viljormur Davidsen)