Viljormur legði upp til mál í heimasigri hjá Vejle

Føroyingaliðini, Vejle og Roskilde vunnu á heimavølli í dag, men tað var ikki nógv spælitíð til føroysku spælararnir

Viljormur Davidsen fekk ikki nógva spælitíð, men hann legði upp til 3-0 málið hjá Vejle, tá Vejle á heimavølli vann 3-0 á Hvidovre

Viljormur Davidsen fekk ikki nógva spælitíð, men hann legði upp til 3-0 málið hjá Vejle, tá Vejle á heimavølli vann 3-0 á Hvidovre

Føroyingaliðini, Vejle og Roskilde vunnu bæði á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

Finnur Justinussen sat á beinkinum allan dystin, tá Roskilde á heimavølli vann 3-1 á Nykøbing. Støðan var 2-0 í steðginum, og tá 50 minuttir vóru farnir var Roskilde longu á odda 3-0.

Viljormur Davidsen byrjaði á beinkinum, og fekk eitt lítið korter á vøllinum, tá lið hansara, Vejle vann 3-0 á Hvidovre á heimavølli, men Viljormur átti eitt hegnisligt innlegg til Kjartan Finnbogason, tá hesin skoraði til 3-0, og staðfesti sigurin tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Sami Kjartan Finnbogason legði Vejle á odda 1-0 tá ein lítil tími var farin av dystinum. Mads Greve skoraði annað málið hjá Vejle tá 75 minuttir vóru leiktir.

Hósdagin klokkan 17 møtast Vejle og Roskilde í Vejle, og so er at vóna, at talan verður um meira føroyska spælitíð tá. 

Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá lið hansara, Fremad Amager ígjár tók móti Viborg FF á leikvøllinum í Sundby á Amager.

Leingi var Fremad Amager á sigurskós. Samson Ideye legði Fremad Amager á odda longu tá 12 minuttir vóru farnir, og hendan støðan helt sær næstu 77 minuttirnar.

Seinasta minuttin av vanligu leiktíðini og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat misti Fremad Amager alt á gólvið. Verjuspælari hjá Fremad Amager rakti bóltin við hondini, og so var brotsspark til Viborg, ið var sett í netið. Tveir minuttir inni í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Viborg sigursmálið.

Verjan stútaði bóltin burtur, men bólturin endaði hjá Frederik Brandhof sum meddaði bóltin í meskarnar hjá Fremad Amager.

Komandi dystur hjá Fremad Amager verður á útivølli sunnudagin 22. september móti Fredericia.

Danska 1. deild
1.Fredericia9 dystir53120:1418 stig
2.Viborg852114:717
3.Vejle842217:1014
4.Kolding IF842216:1314
5.Nykobing942318:1814
6.Naestvæd93249:1111
7.Skive924311:1310
8.Fremad Amager92438:1010
9.HB Køge823311:139
10.Hvidovre923411:149
11.Roskilde921614:187
12.Vendsyssel FF72053:116

Viljormur Davidsen fekk ikki nógva spælitíð, men hann legði upp til 3-0 málið hjá Vejle, tá Vejle á heimavølli vann 3-0 á Hvidovre