Viljormur og Heini vóru við í týðandi sigrum

Í næstbestu donsku deildini vann Vejle týðandi dyst í uppflytingarstríðnum, og Fremad Amager vann týðandi dyst í niðurflytingarstríðnum

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle halda framvegis uppflytingarkósina í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle halda framvegis uppflytingarkósina í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Talan gjørdist um eitt gott vikuskiftið hjá føroysku landsliðsspælarunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Ígjár var Viljormur Davidsen við frá dystarbyrjan, tá Vejle á heimavølli setti FC Fredericia av í uppflytingarstríðnum við einum 2-0 heimasigri. Vejle fekk málini við endan av hvør sínum hálvleiki.

Vejle – FC Fredericia 2-0 (1-0)
43. 1-0 Arbnor Mucolli
88. 2-0 Leonel Montano

Úrslitið merkir, at nú hevur Vejle á oddasessinum heili 13 stig niður til FC Fredericia nú bert seks umfør og 18 stig eru eftir at spæla um. Vejle hevur átta stig niður til Viborg FF, ið er einasta liðið sum kann hótta oddasessin hjá Vejle. Nummar eitt í deildini flytur beinleiðis upp. Nummar tvey og trý skulu spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr superliguni.

Komandi týskvøld spælir Vejle á útivølli móti HB Køge, ið liggur bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Heini Vatnsdal og liðfelagarnir í Fremad Amager liggja fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna aftaná sera týðandi heimadystin í dag móti FC Roskilde. Heini Vatnsdal kom á vøllin aftaná steðgin og spældi allan seinna hálvleik.

Komandi mikukvøld tekur Fremad Amager móti Nykøbing, ið liggur bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Vinnur Fremad Amager tann dystin kunnu teir taka eitt stórt stig móti at bjarga sær í deildini til komandi kappingarár. Fremad Amager hevur 35 stig. Fimm stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, har Hvidovre liggur við 30 stigum. Eisini Fremad Amager hevur seks dystir og 18 stig eftir at spæla um. 

 

 

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle halda framvegis uppflytingarkósina í næstbestu donsku fótbóltsdeildini