Viljormur og Vejle hava kós móti Superliguni

Vejle vann á útivølli í Fredericia, og samstundis snávaði Viborg móti Kolding. Vejle er nú fremst við 10 stigum

 

 

Superligan er í eygsjón hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Vejle

Superligan er í eygsjón hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Vejle

Viljormur í Heiðunum Davidsen var við frá byrjan á vinstra bakki, tá oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vejle vann 2-1 á grannunum, FC Fredericia á útivølli. Stóra hetjan hjá Vejle gjørdist Diego Montiel, ið skoraði bæði málini hjá Vejle, annað stutt fyri steðgin og hitt stutt aftaná steðgin. Fyrra málið skoraði Diego Montiel tveir minuttir aftaná hann var skiftur inn á vøllin. 

Samstundis lagaði tað seg so væl hjá Vejle, at nærmastu kappingarneytarnir, Viborg FF taptu 1-3 á útivølli móti Kolding.

Hetta merkir, at Vejle er nú greitt oddalið við 48 stigum. Vejle hevur 10 stig niður til Viborg, og hava Viljormur og liðfelagarnir væl og virðiliga alt í egnum hondum í uppflytingarstríðnum.

Vejle hevur ikki tapt ein dyst í deildini síðani 14. august í fjør. Vejle eru ósigraðir í 17 dystum á rað. 

Heini Vatnsdal var við frá byrjan, og hann spældi allan dystin tá lið hansara, Fremad Amager á útivølli tapti 1-2 móti Roskilde, ið liggur næstniðast í deildini. Fremad Amager hevur bara trý stig niður til niðurflytingarstrikuna, og tí kom tað illa við hjá Heina og liðfeløgunum ikki at fáa stig við sær aftur til Amager. 

Týskvøldið klokkan 17 tekur Vejle móti Skive, ið liggur triðaftast í deildini, og er tað gylt høvið hjá Vejle at byggja uppá oddastøðuna. 

Hósdagin tekur Fremad Amager móti Næstved, ið liggur aftast í deildini, og tá hevur Fremad Amager eitt gylt høvið at fáa størri frástøðu til niðurflytingarstrikuna. 

 

 

 

Superligan er í eygsjón hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í Vejle