Viljormur og Vejle kunnu flyta upp í superliguna í kvøld

Vejle tekur móti Nykøbing á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle í kvøld klokkan 18

Vejle hevur givið vakran gestus til Viljorm Davidsen og íslendska liðfelagan, Kjartan Finnbogason við at hava Merkið og íslendska flaggið á áskoðaraplássunum

Vejle hevur givið vakran gestus til Viljorm Davidsen og íslendska liðfelagan, Kjartan Finnbogason við at hava Merkið og íslendska flaggið á áskoðaraplássunum

Liðið hjá Viljormi í Heiðunum Davidsen, Vejle hevur øll kort í hondini fyri at kunna vinna seg upp í donsku superliguna. 

Trý umfør eru eftir at leika í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og Vejle er klárt fremst við 64 stigum. Nummar tvey er Viborg við 55 stigum.

Fær Vejle bert javnleik móti Nykøbing á heimavølli í kvøld er uppflytingin vís. Um Viborg tapir ella spælir javnt móti Vendsyssel í kvøld er Vejle í superliguni óannsæð hvussu tað gongur í dystinum móti Nykøbing.

Dysturin Vejle-Nykøbing byrjar í kvøld klokkan 18. Hann verður vístur beinleiðis á TV3 Sport. Dysturin Viborg-Vendsyssel verður spældur samstundis.

Venjarin hjá Vejle hevur roterað nógv millum Viljorm Davidsen og Malte Amundsen á vinstra bakki hjá Vejle. So er bara at vóna, at valið fellur á Viljorm í kvøld.

Á myndini sæst ein vakur gestus Vejle hevur givið Viljormi og íslendska Kjartani Finnbogasyni, har Merkið og íslendska flaggið síggjast á áskoðaraplássunum. 

Bert 500 áskoðarar sleppa til dystin í kvøld orsaka av Korona-tilmælunum.

Vejle hevur givið vakran gestus til Viljorm Davidsen og íslendska liðfelagan, Kjartan Finnbogason við at hava Merkið og íslendska flaggið á áskoðaraplássunum