- Vit eru full av góðum upplivilsum

- Nú fara vit í summarferiu, men vit gleða okkum at byrja aftur seinast í august, ljóðar tað frá Eydnudeildini

Aftast á myndini er Marianna Holm Jacobsen, venjari. Aftast: Sólveig, Karla, Gutti og Frits. Fremst: Drós, Mia Jóhanna og Regin Christoffer.

Aftast á myndini er Marianna Holm Jacobsen, venjari. Aftast: Sólveig, Karla, Gutti og Frits. Fremst: Drós, Mia Jóhanna og Regin Christoffer.

Eydnudeild Føroya er eitt hondbóltsfelag fyri børn, sum ikki megna at venja úti í vanligu feløgunum, og tað er systirdeild hjá donsku Lykkeliga. 

Í Danmark, Føroyum og Grønlandi eru 45 lið og umleið 600 spælarar, sum hvørja viku venja hondbólt, og nógv av teimum hittust í gjár í Gigantium í Aalborg til stóra kapping.

Myndin oman fyri er tikin til hátíðarløtuna til síðst, har øll fingu handað gull-heiðursmerki og eitt úttøkubræv til heimsins størsta landslið.

- Vit eru full av góðum upplivilsum, nógvum klemmum og high-fives. Nú fara vit í summarferiu, men vit gleða okkum at byrja aftur seinast í august. Vit vóna sjálvandi, at nýggj børn koma við.

TV2nord var til Lykkecup og gjørdi upptøkur - í byrjanini av brotinum sæst føroyska liðið koma á vøllin, og seinni síggjast fleiri føroyingar á gólvinum eisini.

Aftast á myndini er Marianna Holm Jacobsen, venjari. Aftast: Sólveig, Karla, Gutti og Frits. Fremst: Drós, Mia Jóhanna og Regin Christoffer.