Vit gita: Bjartalíð fær møguleikan í Spania

Landsliðið venur í dag á El Molión leikvøllinum í Spania

Landsliðið venur í løtuni El Molión leikvøllinum undan EM-undankappingardystinum móti Spania í annaðkvøld. Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil ikki siga nógv um liðið, men venjingin gevur ábendingar um at Jóannes Bjartalíð byrjar inni.

Lars Olsen hevur váttað, at vit fara at spæla við trimum í miðverjuni. Tað eitur í útgangsstøði 3-4-3, men veruleikin í annaðkvøld er at tað er ein 5-4-1 uppstilling, tí okkara menn verða trýstir langt aftur á egna hálvu.

##med2##

Gunnar Nielsen var á tíðindafundinum og tað plagar at merkja, at hann spælir. Líkt er til at Atli Gregersen fær hjálp av Heina Vatnsdal og Rógva Baldvinsson í miðverjuni, meðan Sølvi Vatnhamar og Viljormur Davidsen verða á vongbakkunum. Her hevur eisini verið tosað um, at Andrias Eriksen fær møguleikan í miðverjuni, men tað gav venjingin ikki ábendingar um.

Síðani vera Hallur Hansson og Brandur Hendriksson mitt á miðjuni, Jóan Símun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð á framrættaða miðvøllinum, meðan Klæmint A. Olsen verður fremsti maður. Hetta er bygt á samrøður og uppdeilingina til venjingina í dag.

Vit gita: Føroyar (3-4-3)

Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Jóannes Bjartalíð