Vit gita: Gilli út – Hørður inn

Ábendingar eru um at Gilli Rólantsson ikki verður klárur til dystin í kvøld

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Gilli Rólantsson avmyndaður til fyrstu venjingina undan dystinum

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Gilli Rólantsson avmyndaður til fyrstu venjingina undan dystinum

Tað verður helst uttan Gilla Rólantsson, at føroyska landsliðið skal spæla móti Svøríki á Tórsvølli í kvøld. Tvøramaðurin í Bergen fekk eitt spark í andlitið í seinasta dystnum undan landsliðssteðginum.

Nú ljóðar, at skaðin rundan um eygað ávirkar so mikið, at Gilli Rólantsson ikki verður klárur til dystin í kvøld. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur lagt upp til at avloysarin verður Hørður Askham úr HB.

##med2## 

Hann er upprunaliga miðvallari og síðani miðverji, men hevur í ár spælt á høgra bakkinum hjá HB. Um tað verður Hørður Askham, sum spælir, er talan um fyrstu landsliðsminuttirnir hjá verjuspælaranum. Tað eru eisini ábendingar um, at tað verður Gunnar Nielsen, sum kemur at verja føroyska málið í kvøld.

Vit gita: Føroyar (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Hørður Askham, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson

##ms##

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Gilli Rólantsson avmyndaður til fyrstu venjingina undan dystinum

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Hørður Askham fær møguliga sínar fyrstu minuttir fyri landsliðið í kvøld