Vit gita: Heini verður skjótt KÍ ari

Tað er helst bara ein spurningur um dagar, so verður Heini Vatnsdal kunngjørdur í KÍ

Tað er meir enn ein mánaði síðani, at In.fo á fyrsta sinni gitti, at Heini Vatnsdal fór at enda í KÍ. Hann váttaði tá at hann kom aftur til føroyskan fótbólt, men vildi ikki gera nakrar viðmekringar til hvar hann fór at spæla.

Les eisini: Vit gita at Heini Vatnsdal endar í KÍ

Sum skilst, so hava serliga KÍ og NSÍ verið í samráðingum við Heina Vatnsdal seinastu tíðina, men afturvendandi er, at KÍ verður nýggja felagið hjá landsliðsspælaranum. Nú ljóðar, at sáttmálin og skiftið er komið upp á pláss.

Heini Vatnsdal, sum ongan viðmerking hevur til søguna, hevur sáttmála við Fremad Amager til 2021. Tí skal ein avtala eisini gerast við danska felagið. Flytingarvindeygað letur aftur 27. juli.