Vit gita: Her er liðið

Tað komu ábendingar um hvør byrjar inni móti Norra, tá landsliðið vandi í dag

Venjingin fyrrapartin týsdagin gav ábendingar um, at Ári Mohr Olsen, Gili Rólantsson og Odmar Færø koma inn, meðan Hallur Hansson, Jóannes Kalso Danielsen og Viljormur Davidsen detta út frá dystinum móti Malta.

Hallur Hansson hevur brotið hondina og er ikki tøkur, meðan Viljormur Davidsen er endaður á bonkinum hjá Vejle. Gilli Rólantsson hevði leikbann móti Malta, men er tøkur aftur.

##med2## 

- Eg kann siga so mikið sum, at vit spæla við trimum í miðverjuni. Vit bíðaðu fyri at vita um Odmar Færø bleiv tøkur og tað er hann. Ári Mohr Jónsson spælir hvørja ferð fyri Sandnes, meðan Viljormur tíverri er endaður í skugganum hjá Vejle, sigur Lars Olsen.

Hann vil ikki avdúka liðið, men nógv bendir á at tað verður við hasum báðum broytingunum at føroyska liðið skal spæla móti Norra.

Vit gita at Gunnar Nielsen stendur í mál. Verjan verður Gilli Rólantsson, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Odmar Færø, Ári M. Jónsson. Á miðjuni verða Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson og Jóannes Bjartalíð, meðan Jóan Símun Edmundsson verður á topp.

##ms##