Vit gita: Hesin fær sín fyrsta landsdyst

Nógv bendir á, at Jóannes Kalsø Danielsen fær kjansin frá byrjan

Føroyska liðið hevur fyrrapartin í dag havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Malta, sum verður í annakvøld. Ongar ábendingar komu til venjingina, har spælararnir høvdu eina lætta venjing at byrja við, og síðani fóru at spæla upp á tvey mál.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, segði til tíðindafundin, at hann heldur fast í somu spælskipan sum móti Rumenia. Tað merkir, at vit koma at hava tríggjar í miðverjuni. Har er ivamálið um Rógvi Baldvinsson verður klárur. Hann  hevur trupulleikar við krampa í lærkrikanum, men sigur at hann væntar at verða klárur.

##med2## 

Jóannes Kalsø Danielsen er nýggjur í landsliðshópinum. Hann er varamaður hjá Gilla Rólantssyni á høgra vongbakkinum. Gilli hevur leikbann og Lars Olsen sigur, at klaksvíkingurin er ikki komin við fyri at sita á bonkinum, tá brúk er fyri honum. Tí bendir nógv á, at Jóannes Kalsø Danielsen verður við frá byrjan. Talan er um debut hjá unga klaksvíkinginum.

Á miðjuni er ivamálið Brandur Hendriksson. Hann bleiv útskiftur móti Rumenia og segði, at hann føldi til okkurt í baklærinum. Hann er við gott mót og væntar at melda seg kláran. Jóan Símun Edmundsson sat yvir frá byrjan móti Rumenia, men byrjar inni í morgin.

 ##med3##

- Eg kann siga at Jóan Símun Edmundsson byrjar inni. Vit vilja ikki gera ov nógva broytingar, tí tað kann skapa órógv. Vit gera tvær ella tríggjar broytingar, sigur Lars Olsen.

Um bæði Rógvi Baldvinsson og Brandur Hendriksson verða klárir, so er líkt til at Jóan Simun Edmundsson og Jóannes Kalsø Danielsen verða nýggir á liðnum. Spurningurin er so um landsliðsvenjarin velur at seta ein frískan vong inn fyri antin Jóannes Bjartalíð ella Sølva Vatnhamar, sum báðir spældu 90 minuttir móti Rumenia.

Vit gita:

Føroyar (3-4-3) Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Jóannes K. Danielsen, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar

##ms##