Vit gita: Hesin tekur yvir í NSÍ

Tað eru tekin um, at tað verður kendur maður í føroyskum fótbólti, sum tekur yvir í NSÍ

Glenn Ståhl bleiv í gjár púra óvæntað koyrdur sum venjari í NSÍ. Nevndin vil ikki úttala seg um orsøkina, men sum skilst eru partarnir ósamdir um framtíðina í NSÍ, har Glenn Ståhl ynskir eitt nú eitt fulltíðarvenjaratoymi, meðan nevndin ikki er sinnað at ganga tí á møti.

Les eisini: Glenn Ståhl koyrdur í NSÍ

In.fo hevur fingið upplýst, men ikki staðfest, at tað verður Jens Martin Knudsen, ið tekur við restina av hesum kappingarárinum. Hann hevur verið partur av venjaratoyminum í ár, men hevur í seinastuni havt ein minni leiklut. Jens Martin Knudsen hevur venjararoyndir úr Íslandi, og hevur í fleiri førum verið í venjaratoyminum hjá NSÍ.

Les eisini: Vit gita: Tí er Glenn koyrdur

Tað eru fleiri, sum undast á uppsøgnina í Runavík. Eitt nú hevur bolt.fo gjørt eina uppgerð, ið vísur at Glenn Ståhl er tann venjarin, sum hevur fingið flest stig í miðal. Fleiri enn venjarar sum Guðjón Tórðarson, Sámal Erik Hentze, Jóhan Nielsen og Anders Gerber.

Hartil er NSÍ á fyrsta sinni komið víðari í Evropa, og liðið er framvegis í steypakappingini. Víst verður eisini í uppgerðini hjá bolt.fo, at NSÍ hevur ongantíð latið so fá má inn sum í ár.