Vit gita: Jóan Símun á bonkinum

Fyrstu ábendingarnar um liðið móti Rumenia eru komnar

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson venur við, men byrjar helst ikki inni móti Rumenia leygardagin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson venur við, men byrjar helst ikki inni móti Rumenia leygardagin

Føroyska landsliðið venur í dag á Tórsvølli undan landsdystunum móti Rumenia og Malta, sum verða leygardagin og týskvøldið.

Venjingin í dag gav ábendingar um, at Jóan Símun Edmundsson byrjar á bonkinum móti Rumenia. Hann hevur spælt nógv fyri Arminia Bielefeld, men hevur trupulleikar við knænum. Tí bendir okkurt á, at Lars Olsen velur at spara Jóan Símun til dystin móti Rumenia, meðan hann byrjar móti Malta týskvøldið.

##med2## 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, boðaði í samrøðu við FM1 frá at spælt verður við trimum í verjuni. Alt bendir á, at tað verður sama verja sum móti Spania við Atla Gregersen, Rógva Baldvinsson og Heina Vatnsdal.

Gilli Rólantsson verður á høgra bakki fyri Sølva Vatnhamar, sum verður fluttur fram á framrættaða miðvøllin. Fremsti maður verður Klæmint A. Olsen og Jóannes Bjartalíð heldur fast í sínum plássi.

Vit gita:
Føroyar (3-4-3): Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Gilli Rólantsson, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Klæmint A. Olsen, Jóannes Bjartalíð

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóan Símun Edmundsson venur við, men byrjar helst ikki inni móti Rumenia leygardagin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Kaj Leo í Bartalsstovu er einasti spælarin í føroyska hópinum, sum hevur spælt í rumenskum fótbólti