Vit gita: Landsliðsspælari til KÍ

Fleiri feløg hava verið eftir føroyska landsliðsspælaranum, sum nú kemur aftur til Føroya at spæla

Mynd: (Bjarni Enghamar) Heini Vatnsdal (nr 6) byrjaði inni í seinasta landsdystinum, sum var móti Svøríki

Mynd: (Bjarni Enghamar) Heini Vatnsdal (nr 6) byrjaði inni í seinasta landsdystinum, sum var móti Svøríki

Heini Vatnsdal verður helst at síggja í KÍ, tá hann í summar kemur aftur til føroyskan fótbólt. Sum skilst, so er avtala upp á pláss við KÍ, men enn vantar at fáa avgreitt viðurskiftini við Fremad Amager.

- Sum nú er havi eg sáttmála til summar 2021 við Fremad Amager, men støðan er tann, at daman hevur fingið arbeiđi frá september. Tískil flyta hon og sonurin heim. Tí er tað ikki óhugsandi at eg fylgi við, men nær er enn óvist, segði Heini Vatnsdal síðst í farna mánað við in.fo.

Sum skilst, so hava KÍ og NSÍ lagt nógv fyri at fáa landsliðsspælaran, sum annars hevur eina fortíð í HB og FC Suðuroy. Bæði KÍ og NSÍ hava ávísar avbjóðingar á miðvøllinum, sum Heini Vatnsdal kann loysa.

KÍ hevur spælt við millum annað Deni Pavlovic á miðvøllinum, meðan Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, ikki hevur verið so væl nøgdur við okkurt avrik hjá Alessio Hyseni, sum tó er nýggjur í KÍ og føroyskum fótbólti.

NSÍ er í ár uttan Pól Jóhannus Justinussen og Peder Nersveen, ið báðir vóru kraftmiklir spælarar á miðvøllinum. Í ár hevur miðvøllurin verið mannaður av yngri og lættari spælarum, sum eisini hava gjørt tað væl, men helst hevði ein Heini Vatnsdal gjørt góðan mun.

##med2##

Í Gundadali verður sagt, at Heini Vatnsdal ikki er so umbiðið. B36 hevur longu fingið Meinhard E. Olsen og Sonna Ragnar Nattestad afturat væntaða hópinum, meðan HB hevur fleiri spælarar á miðvøllinum og miðverjuni. Hartil hevur HB ávísar fíggjarligar avbjóðar, sum ger at felagið helst ikki kann bjóða um kapp í løtuni. Formaðurin, Tórmóður Stórá, segði í upptaktssendingini til grannauppgerðina, at felagið hevur gjørt nógvar íløgur í HB-húsið og toymið kring besta liðið.

Fakta 6. umfar: Betri deildin menn

Sunnudagin 7. juni:

KÍ-NSÍ (15.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-AB (15.00)

EB/Streymur-Skála (15.00)

Víkingur-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

Mynd: (Bjarni Enghamar) Heini Vatnsdal (nr 6) byrjaði inni í seinasta landsdystinum, sum var móti Svøríki