Vit gita: Tí er Glenn koyrdur

Nógv bendir á, at tað er ikki eru leikligu avrikini, sum gera at Glenn Ståhl er koyrdur í NSÍ

Fyri aðru ferð innan stutta tíð er ein venjari koyrdur, har nevndin í felagnum ikki vil gera viðmekringar. Hesa ferð er tað Glenn Ståhl, sum er koyrdur í NSÍ. Takkarlønin er eitt stutt tíðindaskriv uttan nakra forkláring.

- Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar, stendur niðast í stutta tíðindaskrivinum.

In.fo hevur verið í samband við fleiri keldur, sum eru í og rundanum NSÍ. Her verður víst á, at Glenn Ståhl er ein væl lýddur og seriøsur venjari, og at tað kemur púra óvart at hann verður koydur í kvøld.

Les eisini: Glenn Ståhl er koyrdur

Sum skilst, so hevur Glenn Ståhl stórar planir fyri NSÍ, um felagið skal megna at fylgja eitt nú HB og KÍ, sum hava lagt afturat bæði á og uttanfyri vøllin. Tá Glenn Ståhl bleiv settur fekk hann ein tvey ára sáttmála, so helst eru tað framtíðarósemjur millum venjaran og leiðsluna í felagnum, sum gera at hann brádliga er koyrdur.

NSÍ hevur 47 stig eftir 21 dystir og liggur á triðja plássi. Verður hugt eftir spælaralistanum, so hevur NSÍ fingið nakað minni av tilgongd enn serliga KÍ og HB. Tí er torført at finnast at gongdini í landskappingini. Í Evropa kom liðið víðari á fyrsta sinni og er við í steypakappingini enn.