Vit gita: Tvær broytingar á liðnum

Venjingin í dag ábendingar um tvær broytingar til dystin móti Norra

Mynd: (Álvur Haraldsen) René Shaki Joensen (á bóltinum) verður við frá byrjan í morgin

Mynd: (Álvur Haraldsen) René Shaki Joensen (á bóltinum) verður við frá byrjan í morgin

Føroyska landsliðið hevur havt tíðindafund undan EM-landsdystinum móti Norra, sum verður í annaðkvøld á Tórsvølli. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, váttar at tað verða broytingar á liðnum. 

- Vit fara nú at venja og so hyggi eg nærri at spælarunum. Vit hava fyrr gjørt nakrar broytingar, tá tað eru tveir dystir. Tað verður tað eisini hesa ferð, men eg kann ikki siga hvørjar tær verða, segði Lars Olsen undan venjingini í dag.

 ##med2##

Móti endanum av venjingini tóktist tað greitt, at tað verða tvær broytingar. Rógvi Baldvinsson kemur inn á liðið fyri Heina Vatnsdal á verjukenda miðvøllinum. Rógvi var eisini við á tíðindafundinum í dag, og hevur spælt í norskum fótbólti alt sítt lív.

Hin broytingin er, at René Shaki Joensen kemur inn aftur á liðið. Hann bleiv spardur móti Spania, eftir at hava sitið uttanfyri í vikuni upp til landsliðssamlingina. Hann kemur at síggja til inn fyri Árna Frederiksberg á vinstra vongi.

 ##med3##

Tvey onnur ivamál hava verið Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen. Báðir spæla í føroysku kappingini og eru ikki vanir við at spæla móti Spania. Tí er ivamál, sum teir mega at spæla við fullari ferð longu aftur í morgin móti Norra.

Her hevur Lars Olsen at síggja til valt at byrja við teimum. Sølvi Vatnhamar spældi væl móti Spania, meðan Klæmint A. Olsen umframt at spæla væl, eisini skoraði. Lars Olsen segði millum linjurnar, at Patrik Johannesen er klárur at koma inn, tá Klæmint A. Olsen hevur brúkt alla sína orku.

Vit gita:

Føroyar (4-2-3-1) Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Rógvi Baldvinsson – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Klæmint A. Olsen

##med4## 

Dysturin millum Føroyar og Norra verður mánakvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at send av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verður norski miðvallarin hjá KÍ, Simen Sandmæl.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) René Shaki Joensen (á bóltinum) verður við frá byrjan í morgin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Baldvinsson (í miðjuni) til venjing í dag