Vunnu 15 heiðursmerkir í Esbjerg

Taekwondo: Hwarang Føroyar bleiv mest vinnandi felagið í kappingini.

F.v.: Mathias Gabrielsen, Oda Weihe, Høgni Dávason, Markus Vazquez og Noomi Heradóttir.

F.v.: Mathias Gabrielsen, Oda Weihe, Høgni Dávason, Markus Vazquez og Noomi Heradóttir.

Føroyska taekwondo-felagið, Hwarang Føroyar, luttók leygardagin í kapping í Esbjerg. 24 fólk, harav 16 íðkarar, vóru við í føroyska ferðalagnum.

Úrtøkan var góð. Føroyingarnir vunnu seks gull, fimm silvur og tvær bronsur í dysti, og í poomse (ímóti ímyndaðari mótstøðu, red.) bleiv tað til tvær silvur. Hwarang Føroyar var mest vinnandi felagið í kappingini.

Føroysk heiðursmerki í Esbjerg:

Nita á Lakjuni vann gull í bólkinum - 27 kg gentur

Høgni Dávason vann gull í A-bólkinum - 63 kg junior

Markus D. Vazquez vann gull í A- bólkinun - 49 kg junior

Oda Weihe vann gull í bólkinum - 57 kg junior

Mathias Gabrielsen vann gull í bólkinum - 83 kg senior 18+

Dávid á Lakjuni vann gull í bólkinum - 63 kg senior 18+

Jógvan á Lakjuni vann silvur í bólkinum - 37 kg cadet 12-14 ár

Noomi Heradóttir vann silvur í bólkinum - 57 kg senior 18+

Boas Høgnesen vann silvur í bólkinum - 59 kg junior

Reima Isaksen vann silvur í bolkinum - 41 kg cadet 12-14 ár

Janita Maria Jacobsen vann silvur í bolkinum - 55 kg cadet 12-14 ár

Emily Troleis vann bronsu í bólkinum - 29 kg børn

Ísak Nielsen vann bronsu í bólkinum - 53 kg cadet

I poomse vunnu Mona Petersen og Boas Arge silvur í mix par. Joan Jacobsen vann silvur í einstaklingakappingini.

Eftir kappingina í Esbjerg fóru Oda Weihe, Markus Vazquez og Høgni Dávason víðari til Gøteborg í Svøríki at kappast. Har eydnaðist tað Høgna Dávasyni at vinna bronsu í aldursbólkinum 15-17 ár í vektbólkinum - 63 kilo.

F.v.: Mathias Gabrielsen, Oda Weihe, Høgni Dávason, Markus Vazquez og Noomi Heradóttir.