Wales er risafavorittur hjá tveimum veddingarfyritøkum

Bara tvær altjóða veddingarfyritøkur lata odds uppá EM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Wales

Tvær altjóða veddingarfyritøkur halda, at føroyska kvinnulandsliðið hevur gott og væl ongan møguleika móti Wales (Savnsmynd)

Tvær altjóða veddingarfyritøkur halda, at føroyska kvinnulandsliðið hevur gott og væl ongan møguleika móti Wales (Savnsmynd)

Bara tvær altjóða veddingarfyritøkur lata odds uppá EM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Wales, og báðar veddingarfyritøkurnar hava Wales sum stóran favoritt til at vinna dystin, ið verður spældur á Tórsvølli hósdagin klokkan 17.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir á FM1 er FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

1XBET og BET 365 lata bara 1,04 í odds uppá walisiskan útisigur. 1XBET hevur heili 22,0 í odds uppá føroyskan sigur. BET 365 hevur 21,0 í odds uppá føroyskan sigur. Báðar veddingarfyritøkurnar lata 13,0 í odds uppá javnleik millum Føroyar og Wales.

So nú er upp til føroysku kvinnurnar at prógva, at hesar báðar veddingarfyritøkurnar hava so dyggiliga mistikið seg við at gera Wales til so stóran favoritt í uppgerðini á Tórsvølli í morgin klokkan 17. 

Tvær altjóða veddingarfyritøkur halda, at føroyska kvinnulandsliðið hevur gott og væl ongan møguleika móti Wales (Savnsmynd)