Watford hart rakt av korona

Premier League: Trý fólk hava korona og liðskiparin noktar at koma til venjing

Í gjár kunngjørdi Premier League, at seks fólk hava korona. Talan er um spælarar og fólk, sum eru kring hóparnar. Í dag hevur Watford kunngjørt, at talan er um ein splara og tvey fólk rundanum hópin, sum hava fingið staðfest korona. Felagið vil tó ikki upplýsa hvønn talan er um.

Fyrr í vikuni boðaði liðskiparin í felagnum frá, at hann ikki er sinnaður at koma aftur til venjing enn, tí hann hevur ein fimm mánaðar gamlan son, sum hevur hevur trupulleikar við at anda.

- Eg havi ein fimm mánaðar gamlan son, sum hevur hevur trupulleikar við at anda. Eg vil ikki útseta soninum fyri nøkrum vanda, sigur Troy Deeney.

Liðskiparin er ein týðandi partur av liðnum hjá Watford, sum í løtuni liggur á 17. plássi í Premier League og stríðist fyri at yvirliva. Felagið hevur eisini boðað frá, at venjingarmiðstøðin hjá felagnum ikki var smittað og at restina av hópinum venur sum vanligt.

##med2##

Í løtuni verður arbeitt ímót at byrjar aftur í Premier League 12. juni. Síðani skulu 92 dystir spælast í einum tíðarskeiði upp á sjey vikur. Kappingin verður avgreidd uttan áskoðarar, men fleiri miðlar skriva at arbeitt verður við at gera sjónvarpsavtalur, so øll kunnu síggja dystirnar. Eitt nú at tey, sum hava keypt atgongumerki, sleppa at síggja dystirnar ókeypis í sjónvarpinum.

Tað eru níggju umfør eftir av Premier League. Tó hava Manchester City, Sheffield United, Arsenal og Aston Villa tíggju dystir eftir.