Yvirlit: Okkaradeildin eftir viku 5

Kyndil klatrar á stigatalvuni - Sí úrslit, málskjúttar og stigatalvu her

Tórður Guttesen og Kyndil eru komnir inn í kappingina.

Tórður Guttesen og Kyndil eru komnir inn í kappingina.

Eftir fimm vikur av hondbólskappingarárinum tykist Okkaradeildin sera jøvn.

Bert ein mansdystur var í Okkaradeildini hesa vikuna, og hann gjørdi sítt til at bert fýra stig eru ímillum seks tey ovastu eftir fimm leiktar dystir, tí at KÍF misnýtti møguleikan at leggja seg á odda, meðan Kyndil legði seg undir liðina á VÍf og Neistanum.

Einasta úrslitið í Okkaradeildini hesa vikuna var hetta:

Kyndil - KÍF 26-24 (14-9) (Trýst her)

Málskjúttar hjá Kyndli: Tummas Pauli Hanusarson 7, Anders Risdal 6, Tróndur Wardum 4, Rógvi Dal Christiansen 3, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Janus Jakobsen 2, Jóni G. Viderø 2.

Málskjúttar hjá KÍF: Nicklas Selvig 7, Rúni Joensen 6, Teitur Joensen 4, Rani A. Højgaard 2, Andrias Nielsen 2, Hørður Fannar Sigþórsson 1, Ási Dam 1, Dánjal Sørensen 1

Støðan í Okkaradeildini eftir viku 5 (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H715141119228
2KÍF5151129227
3StÍF514213937
4VÍF513513234
5Kyndil513113104
6Neistin5129130-14
7Team Klaksvík487136-490

 

 

 

 

 

Tórður Guttesen og Kyndil eru komnir inn í kappingina.