Yvirlit: Undirhaldandi kvøld í Champions League

Juventus vann við dreymafrísparki, Tottenham vendi 2-0 til 4-2 og Lewandowski høgdi fýra bóltar í netið

Aaron Ramsay og Juventus tryggjaðu sær fremsta pláss í bólki D við einum øgiligum frísparki frá Paolo Dybala (Ritzau/Scanpix)

Aaron Ramsay og Juventus tryggjaðu sær fremsta pláss í bólki D við einum øgiligum frísparki frá Paolo Dybala (Ritzau/Scanpix)

Har vóru spennandi dystir á skránni í Champions League í kvøld.

Tveir av favorittunum hittust í Madrid, har tað gjørdist ein sera undirhaldandi dystur ímillum Real Madrid og PSG

Sí eisini:

VAR-kaos og verjukiks: Real Madrid tveitti sigurin burtur

Í bólki B var sá ikki gott út hjá Tottenham, men við góðum seinna hálvleiki vendi nýggja liðið hjá Jose Mourinho dystinum og fór frá at vera aftanfyri 2-0 til at vinna 4-2.

Bayern München hevur eisini skift venjara fyri kortum og Hans-Dieter Flick sá lið sítt fáa stórsigur í Serbia. Robert Lewandowski gekk undan, og hevndi eitt brent brotsspark í fyrra hálvleiki við at skjóta fýra mál upp á eitt korter í seinna hálvleiki.

Í bólki B skuldi Manchester City bara ikki tapa ímóti Shaktar fyri at vinna fyrsta plássi í bólkinum, og ensku meistararnir gjørdu ikki meira enn hægst neyðugt í dystinum sum endaði 1-1.

Í bólki D var stóri dysturin ímillum Juventus og Atlético Madrid.

Dysturin var avgjørdur beint fyri hálvleik, tá ið Juventus fekk fríspark heilt niðri við baklinjuna nærhendis brotsteiginum.

Paolo Dybala gjørdi ikki mætari enn at skrúva bóltin hart framvið øllum og beint í netið, og tryggjaði Juventus fremsta plássi í bólkinum.

Sí kvøldsins úrslit niðanfyri.

Bólkur A

Galatasaray – Club Brügge 1-1

11 min: Adam Buyek 1-0

90 min: Krepin Diatta 1-1

Real Madrid – Paris Saint-Germain 2-2

16 min: Karim Benzema 1-0

79 min: Karim Benzema 2-0

81 min: 2-1 Kylian Mbappé

83 min: Pablo Sarabia

Bólkur B

Reyða Stjørna – Bayern München 0-6

14 min: Leon Goretzka 0-1

41 min: Robert Lewandowski: Brent brotsspark

53 min: Robert Lewandowski 0-2 (brs)

60 min: Robert Lewandowski 0-3

64 min: Robert Lewandowski 0-4

68 min: Robert Lewandowski 0-5

89 min: Corentin Tolisso 0-6

Tottenham Hotspur – Olympiakos 4-2

6 min: Youssef Al Arabi 0-1

19 min: Ruben Semedo 0-2

45 min: Dele Alli 1-2

50 min: Harry Kane 2-2

73 min: Serge Aurier 3-2

77 min: Harry Kane 4-2

Bólkur C

Atalanta – Dynamo Zagreb 2-0

27 min: Luis Muriel 1-0 (brs)

47 min: Alejandro Gomez 2-0

Manchester City – Shaktar Donetsk 1-1

56 min: Ilkay Gündogan 1-0

69 min: Manor Solomon 1-1

Bólkur D

Lokomotiv Moskva – Bayer Leverkusen 0-2

11 min: Rifat Zhemaletdinov 0-1 (sjm)

54 min: Sven Bender 0-2

Juventus – Atlético Madrid 1-0

45 min – Paolo Dybala

Aaron Ramsay og Juventus tryggjaðu sær fremsta pláss í bólki D við einum øgiligum frísparki frá Paolo Dybala (Ritzau/Scanpix)