Yvirlit: Úrslit og støðan í Okkaradeildini

H71 er framvegis á odda, men KÍF og StÍF eru í hølunum á hoyvíkingum.

Rúni Vest Højgaard og H71 liggja framvegis á odda, men kollfirðingar eru eittans stig aftanfyri við einum dysti færri.

Rúni Vest Højgaard og H71 liggja framvegis á odda, men kollfirðingar eru eittans stig aftanfyri við einum dysti færri.

Tríggir dystir vóru leiktir í Okkaradeildini sunnudagin. Úrslitini gjørdust hesi:

VÍF - Neistin 24-24 (12-11)

KÍF - H71 31-27 (14-16)

Team Klaksvík - Kyndil 14-31 (7-15)

H71 tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarið ímóti KÍF, ið nú bert er eitt stig aftanfyri H71, ið eisini hevur leikt ein dyst færri. StÍF liggur eisini eittans stig aftanfyri Føroyameistararnar.

Team Klaksvík er einasta liðið uttan stig, eftir at Kyndil vann ársins fyrstu stig við stórsigri í Klaksvík í dag.

Støðan í Okkaradeildini sær soleiðis út: (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H715141119228
2KÍF4127103247
3StÍF514213937
4VÍF513513234
5Neistin5129130-14
6Kyndil4105107-22
7Team Klaksvík487136-490

 

 

Rúni Vest Højgaard og H71 liggja framvegis á odda, men kollfirðingar eru eittans stig aftanfyri við einum dysti færri.