Yvirlit: Úrslit og støðan í SMS-deildini

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini um vikuskiftið. VÍF er nummar eitt.

Liljan Müller og VÍF eru oddalið í SMS-deildini, har stórur munur er á leiktum dystum

Liljan Müller og VÍF eru oddalið í SMS-deildini, har stórur munur er á leiktum dystum

Tríggir dystir vóru á skrá í SMS-deildini um vikuskiftið, men dysturin ímillum VB og H71 var útsettur. Tí er ein stórur munur í deildini, har VB og H71 bert hava spælt tveir dystir, meðan VÍF hevur spælt fimm dystir og liggur nummar eitt.

Sunnudagin vóru tveir dystir leiktir, teir vóru hesir:

VÍF - Neistin 25-20 (12-8)

Stjørnan - Kyndil 18-17 (8-7)

Tað merkir, at eftir hetta umfarið liggur VÍF á odda við átta stigum. VÍF hevur bert tapt ein dyst, sum var ímóti H71. H71 er einasta liðið í kappingini við fullum stigatali - tó bert eftir tveir dystir. VB er einasta liðið uttan stig - eisini bert eftir tveir dystir.

Støðan í SMS-deildini:

1VÍF5147110378
2Kyndil37349244
3H712504644
4Neistin48587-22
5Stjørnan36371-82
6StÍF35797-402
7VB24055-150

 

 

Liljan Müller og VÍF eru oddalið í SMS-deildini, har stórur munur er á leiktum dystum