Zinedine Zidane bara vinnur

Venjarin hjá Real Madrid hevur nú vunnið níggju av níggju finalum

Zinedine Zidane heldur fram at vinna. Hann er nú venjari á øðrum sinni í Real Madrid og heldur fram at vinna finalur. Eleganti miðvallarin, sum vann HM við Fraklandi í 1998, hevur nú vunnið níggju av níggju finalum sum venjari hjá Real Madrid.

Real Madrid vann í gjár stórsteypakappingina í Spania, sum bleiv spæld í Saudiarabia. Hetta er níggjunda finalan hjá Zinedine Zidane sum venjari há Real Madrid. Hann vann Champions League tríggjar ferðir upp í slag frá 2016 til 2018.

Síðani hevur hann vunnið UEFA Super Cup tvær ferðir, FIFA club World Cup tvær ferðir og nú vunnið stórsteypakappingina í Spania á øðrum sinni.

##med2## 

Zinedine Zidane var eisini ein spælari, sum avgjørdi finalur sum spælari. Millum annað skoraði hann tvær ferðir í HM-finaluni í 1998, tá Frakland vann 3-0 á Brasil. Hann skoraði eisini avgerandi málið, tá Real Madrid vann 2-1 á Bayer Leverkusen í Champions League finaluni í 2002.