Zoran er givin í TB

Zoran Pavlovic er ikki longur venjari hjá TB

Tað eru news.fo og Bolt.fo, sum skriva at Zoran Pavlovic er givin í felagnum. Zoran Pavlovic, sum eisin var venjari í felagnum í 1998, hevur verið venjari hetta kappingarárið.

Serbin hevur útmerkað seg við fleiri góðum úrslitum, men í seinastuni hevur gingið eitt sindur verri. Formkurvan hjá felagnum sigur eitt stig í fimm teimum seinastu dystunum. Í teimum dystunum hevur liðið bara skorað trý mál, meðan 11 eru farin í gjøgnum.

TB skal leygardagin spæla móti Skála á útivølli. TB er enn nummar sjey í Betri deildini hjá monnum við 19 stigum.