Skip to main content

Heilsutrygd lýsir hervið við 7 kommunulæknastørvum í 5 læknadømum. Størvini verða sett frá 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

 

Leysu størvini

Í Norðoya læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 6.000 borgarar eru í læknadøminum. Tveir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

·         Eitt starv í viðtalu 2 á Læknamiðstøðini í Klaksvík. Umleið 1.750 borgarar eru í viðtaluni, og arbeiðir ein læknaskrivari og ein sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni.

 

Í Suðurstreymoyar læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja í Berjabrekku. Tólv fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum við umleið 21.000 borgarum.

·         Eitt starv í viðtalu í Berjabrekku við umleið 1.750 borgarum. Talan er um viðtalu, ið júst er flutt úr Miðlon niðan í Berjabrekku. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í starvi í viðtaluni.

 

Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.600 borgarar eru í læknadøminum, og eru tveir fastsettir kommunulæknar í starvi í løtuni, ein á Tvøroyri og ein í Vági.

·         Eitt starv er á Tvøroyri og eru umleið 1.300 borgarar knýttir at viðtaluni. Læknaskrivari starvast í viðtaluni.

·         Eitt starv er í Vági og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. Læknaskrivari starvast í viðtaluni.

 

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 6.200 borgarar eru í læknadøminum, og hava hesir verið røktir av fýra læknum, harav tveimum fastsettum læknum. Tey tvey størvini, sum eru leys at søkja, eru staðsett soleiðis:

·         Eitt starv er í Heilsudeplinum (við Skálafjørðin) í Runavík, viðtala 3, við umleið 1.600 borgarum.

·         Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum, viðtala 4, við umleið 1.600 borgarum. Tá koyrandi er undir Skálafjørðin, verða allir læknarnir at starvast í Heilsudeplinum. Í løtuni starvast tað, sum svarar til 2,4 sjúkrarøktarfrøðingar tilsamans í viðtalu 3 og 4.

 

Í Vága læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 3.300 borgarar eru í læknadøminum. Ein fastsettur kommunulækni er í læknadøminum.

·         Eitt starv í viðtaluni í Miðvági. Umleið 1.650 borgarar eru í viðtaluni, og arbeiðir ein læknaskrivari og ein sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni.

 

Samstarv                                     
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum, og sum heild vera við í menning innan økið.

 

Økið
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða,  krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørja viðtalu søkt verður, og um søkt verður til fleiri viðtalur, at tað so verður greitt raðfest.

 

Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

 

Umsóknarfreistin er 7. august 2020, kl. 12.00


Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo 

 

Neyvari upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og læknavaktina, kanst tú venda tær til Djóna S. Joensen, kommunulækna tlf. +298 22 98 62 eller t-post: djonij(at)kl.fo