Skip to main content
4°C
Wednesday
25. November 2020
Føroyar í dag

Undirvísingarstýrið (UVS) søkir eftir leiðara til strategiska KT-eind, sum komandi árini skal fremja heildarætlanina fyri KT umsiting í undirvísingarverkinum

 

Heildarætlanin hevur sum endamál:

  • At økja um KT- og dátutrygdina í undirvísingargeiranum
  • At økja um dygdina í upplýsingum um næmingar og fak
  • At veita skjótt og álítandi avgerðargrundarlag
  • At betra um samskiftismøguleikar millum skúla, fakfólk, næmingar og foreldur
  • At sleppa undan dupultarbeiði í fyrisitingini á skúlum, hjá myndugleikum og hjá næmingum
  • At skapa betri fyritreyt fyri eftirlitsog myndugleikaarbeiði

 

Heildarætlanin fevnir um tvey høvuðsátøk

1.      At stovna ”Skúlanet”, ið er ein felags rakstrar- og tænastuskipan, sum rekur eitt vælvirkandi og trygt KT-net fyri alt undirvísingarverkið.

2.      At menna eina felags framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan (LFS) til fólkaskúlan, miðnám og hægri útbúgvingar.

 

Starvið

Vit søkja eftir royndum leiðara til nýstovnaðu KT-eindina í UVS. Tú skalt standa á odda fyri at fremja heildarætlanina 2021-2024 og síðan standa á odda fyri at dagføra strategi, tryggja viðlíkahald, víðarimenning og rakstur av KT skipanum og Skúlanet.

 

Eindin verður fyrstu árini verkætlanarskipað og mannað við trimum serfrøðingum við verkætlanarleiðlsuábyrgd innan økini LFS, Dáta og Skúlanet.

 

Ábyrgd

Tú fært, við tilvísing til stjóran í UVS, ábyrgdina av:

  • Menning av KT-umsitingarskipan í øllum undirvísingarverkinum
  • Menning av einum felags skúlaneti
  • Menna ein dátupall til sjálvirkandi dátusamskifti, leiðlsukunning, hagtøl og sjálvgreiðslutænastur
  • Tryggja, at skipanir og dátur hava nøktandi trygdarstig
  • Stuðla strategiska nýtslu av dáturiknari fak- og organisatiónsmenning
  • Rakstur, viðlíkahald og menning av skipanum, tá ið hesar eru settar í verk

 

Høvuðsuppgávur

  • At skipa arbeiðið í lutverkætlanir, við arbeiðsbólkum, tilvísingarbólkum

            og ráðgevum

  • At skipa fíggjar-, veitingar-, resursu- og tíðarætlanir
  • Uppfylging og kunning til stjóra og stýrisbólk
  • At kunna og innvolvera viðkomandi áhugapartar
  • Gera sáttmálar við veitarar, ráðgevar og samstarvspartar
  • Váðastýring
  • Starvsfólkaleiðsla, førleikamenning og faklig sparring við verkætlanarleiðarar

           og arbeiðsbólkar

 

Førleikakrøv

  • Viðkomandi hægri útbúgving á master ella kandidat stigi
  • Royndir í at útvega, menna og seta í verk fjøltáttaðaðar KT verkætlanir
  • Royndir við kontrakt- og avtalustýring
  • Evni at samskifta, tryggja undirtøku og leiða broytingar eru týðandi førleikar

 

Tað er fyrimunur, um tú hevur útbúgving í verkætlanarleiðslu og kennir til almenna fyrisiting.

 

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært ávirkan á hvussu eindin og virksemið verða skipað.

 

Heildarætlanin hevur høga strategiska raðfesting, og tú verður partur av leiðslubólkinum í UVS. Tætt samstarv verður við Nám, KT-landsins og Talgildu Føroyar.

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið er fulltíðarstarv og verður flokkað sum deildarleiðari 3 eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið ella samsvarandi.

 

Umsókn

Umsóknarfreistin er 30. November kl. 12.00. Starvið verður sett frá

1. februar 2021, treytað av at játtan er tøk á fíggjarlógini fyri 2021.

 

Umsókn, prógv o.a., skal sendast til:

Undirvísingarstýrið

Hoyvíksvegur 72,

100 Tórshavn

ella t-post: undirvising(at)uvs.fo 

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja ella skriva til Hjalmar Hansen, stjóra

í Undirvísingarstýrinum, telefon: 555045.

 

Meira um heildarætlanina

www.uvs.fo: 

www.snar.fo/kt-umsitingarskipan