Skip to main content

Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir einum familjuráðgeva til eitt fast starv á 39 tímar um vikuna frá 1. februar 2020. 

 

Í barnaverndartænastuni í Vágum starvast ein leiðari, tveir sosialráðgevar og ein skrivari, og ynskja vit ein familjuráðgeva, sum part av okkara toymi.

 

Í toyminum verður stremba eftir, at fakliga støðið eins væl og tænastustøðið er høgt, og meta vit, at ein familjuráðgevi kann vera við til at menna fakligu dygdina á staðnum.  

 

Í arbeiðinum møtir familjuráðgevin familjum, sum av ymiskum orsøkum hava avbjóðingar, ið ávirka teirra menning og trivna á ein neiligan hátt. Sum familjuráðgevi verður arbeitt sosialtfakligt og fyribyrgjandi, hetta verður m.a. gjørt við at ráðgeva og stuðla familjum.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

-          at ráðgeva og stuðla familjum í heimum teirra

-          at ráðgeva og vegleiða foreldrum um tørv og menning hjá einstaka barninum

-          at hava eftirlit og stuðla í samveru ímillum foreldur og børn

-          at vera ein partur av fyribyrgjandi arbeiðinum í Vágum

-          at vera við til at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag til tað einstaka barnið og foreldrum teirra

 

Vit kunnu bjóða tær:

-          At vera partur av einum toymið við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

-          Eitt avbjóðandi og áhugavert starv

-          Eitt umhvørvið, ið er bæði fakliga og persónliga mennandi

-          Eitt arbeiðsumhvørvið, ið áhaldandi er undir menning

-          Supervisión

 

Vit ynskja ein familjuráðgeva, ið:

-          at tú ert fyrikomandi

-          at tú ert høvisk/-ur, umhugsin og varin, tá hetta krevst

-          at tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni

-          at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt

-          at tú dugir væl at arbeiða skipað og við fleiri uppgávum í senn

-          at tú ert álítandi og mentaliserandi

 

Førleikakrøv:

-          Viðkomandi útbúgving og royndir innan økið við børnum

-          At tú dugur væl at tosað føroyskt, danskt og enskt

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er eitt fulltíðarstarv, men ynskir um styttri arbeiðstíð kunnu møguliga vera tikin til eftirtektar.

 

Løn og setanartreytir eru sambært avvarðandi fakfelagið og Kommunalaarbeiðarafelagið.

 

Setanarøkið fevnur um Vágoynna og Mykines, og arbeiðsstaðið er í Sandavági.

 

Umsókn:

Umsókn, avrit av prógvum, lívsrensl (CV), dagførd revsiváttan og møgulig viðmæli skulu sendast til bvt(at)vagar.fo í seinasta lagið 15. Desembur 2019.

 

Starvið verður sett frá 1. Februar 2020 ella eftir nærri avtalu.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Kristinu Háberg, leiðara á tlf. 280800 ella á tlf. 344430.