Skip to main content

SEV sóknast eftir elektrikara til Innleggingardeildina at byrja skjótast gjørligt.

 

Uppgávur

Nú elmálaraskipanin í Føroyum er broytt, so talan er um fjaravlisnar málarar, verður uppgávan hjá tær at viðlíkahalda, greina og finna møgulig brek í samskiftinum á nýggju elmálaraskipanini. Umframt uppsetan, útskiftan og aðrar uppgávur, sum hava við málararnar at gera.

 

12 fólk eru í starvi á Innleggingardeildini, sum hevur heimstað á Landavegnum í Havn, og sum í høvuðsheitum hevur um hendi:

 

  • eftirlit við nýggjum elinnleggingum
  • skráseting av innleggingum kring alt landið
  • dagføring av málaraskipanum
  • stakroyndir av elmálarum
  • tekniska kundatænastu
  • Løðistøðir til elbilar

 

Tú ert útbúgvin elektrikari við starvsroyndum og góðum kunnleika um eløkið. Ynskiligt er eisini, at tú hevur royndir við feilfinning.  Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Tú ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt. Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. Eisini er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.

 

SEV

Tú  fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi.

SEV bjóðar tær:

 

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

 

Løn

Starvið er sett sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi yrkisfelag. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani endaliga próvtøku.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Dánial Jógvan Hansson, leiðara á Innleggingardeildini, á telefon

225518. Umsóknarfreistin er mánadagin 19. august 2019. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til:

 

starv(at)sev.fo 

 

ella til

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið.  170 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.