Skip to main content
4°C
Wednesday
25. November 2020
Føroyar í dag

Yrkisdepilin sóknast eftir einum dugnaligum fólki at arbeiða fulla tíð á skrivstovuni í Yrkisdeplinum.

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er fjølbroytt. Vit arbeiða tætt saman við lærumeistarum, lærlingum, skúlum og fólki, ið søkja um førleikameting. Nógv samskifti er við partarnar bæði umvegis telefon, tpost og við at fólk koma inn á gólvið.

Saman við okkum, ið starvast her, verður tú við til at tryggja góða fyrisiting og veita okkara viðskiftafólkum eina dygdargóða tænastu. Tú kemur at arbeiða nógv við telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við Búskaparskipan Landsins, við Dynamicweb-heimasíðuskipanini, umframt øðrum innanhýsis skipanum.

Starvið
Uppgávurnar hjá tær verða ma.:
- At svara fyrispurningum frá okkara viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost
- At ansa móttøkuni
- At fyrireika sáttmálar, umsóknir og fyrispurningar til málsviðgerð
- At upprætta mál og journalisera í 360
- At hava bókhaldi um hendi
- At útskriva sveina- og yrkisprógv · At vera við til at røkja heimasíðuna www.yrkisdepilin.fo 

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving
- hevur góðar telduførleikar
- hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- ert røkin og nærløgd/-lagdur
- dugir væl at fara við fólki og trívist við, at nógv er at gera

Kunning til og royndir við 360 er ein fyrimunur.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Yrkisdepilin er í stórari menning og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menning.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til:

randif(at)yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. november 2020 og starvið verður sett skjótast til ber.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg, leiðara í Yrkisdeplinum, á tlf. 212000.

 

Yrkisdepilin hevur ta yvirskipaðu umsitingina av arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmálum og er fyrisiting og skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráði og Yrkisnevnd