Skip to main content

Ert tú heilsufrøðingur og ynskir tú at ávirka og menna fakliga virksemið hjá Gigni, so er starvið sum fakligur stjóri í Gigni ein áhugaverdur møguleiki.

 

Um Gigni

Gigni er skipað bygnaðarliga undir Heilsutrygd, tó við sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini til heilsufakligu tænastuna.

 

Gigni virkar sambært løgtingslóg um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung”, og umsitur heilsufrøðiliga tænastu til m.a. barnafamiljur, skúlabørn, skúlar, barnaverndartænastur og stovnar fyri børn og ung.  

 

Um starvið

Fakligi stjórin fyri Gigni hevur fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni, og skal í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd raðfesta fakliga arbeiðið.

 

Fakligi stjórin fyri Gigni fær ábyrgdina av:

·         Fakligu leiðsluni og menningini av Gigni

·         Starvsfólkaviðurskiftum hjá heilsufrøðingunum sum starvast í Gigni

 

Í høvuðsheitum skal fakligi stjórin í Gigni røkja hesar uppgávur:

 

·         Umsita løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

·         Tryggja, at Gigni fylgir ásettu lóg og kunngerð

·         Menna og viðlíkahalda heilsufakliga virksemið

·         Skipa heilsufrøðiliga virksemið

·         Gera viðmerkingar til ætlaðar lógarbroytingar og kunngerðir innan fólkaheilsu til børn og ung

·         Raðfesta heilsufakliga virksemið innan fíggjarligu karmarnar

·         Taka lut í viðkomandi arbeiðsbólkum og nevndum

·         Luttaka á viðkomandi norðurlendskum og altjóða fundum

 

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava lokið prógv sum heilsufrøðingur.

 

Umráðandi er, at tann, ið verður settur, hevur evni at seta í verk fyriskipanir og hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit  og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini almennari fyrisiting.

 

Av tí, at starvið ber í sær víttfevnt samstarv, verður dentur lagdur á at finna ein persón við góðum samstarvsevnum, sum er álitisvekjandi og vísur myndugleika.

 

Nýggi fakligi stjórin má duga at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu, og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.

 

Løn- og setanartreytir

Starvið verður sett undir Heilsutrygd, við beinleiðis tilvísing til stjóran.

 

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og flokkað sum leiðari 5 (stig 11) sambært hesum sáttmálanum.

 

Starvið verður sett frá 1. januar 2020, ella eftir nærri avtalu.

 

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Egil á Bø, stjóra á Heilsutrygd, tlf. 794002, ella teldupost eab(at)heilsutrygd.fo

 

 

 

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø., skal sendast til:

 

Heilsutrygd

Postsmoga 52

Klaksvíksvegur 7

710 Klaksvík

 

ella við telduposti á heilsutrygd(at)heilsutrygd.fo

 

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. november 2019, kl. 12:00.