Skip to main content

Heilsutrygd søkir eftir einum avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing, sum fer í barnsburðarfarloyvi, frá 1. september 2020 til og við 31. august 2021,

 

Heilsutrygd søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi farloyvisstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heilsudeplinum við Skálafjørðin, viðtala 3, við brøki 0,9.

Viðtalan, sum hevur uml. 1600 borgarar, er ætlað einum kommunulækna, men er í løtuni mannað við skiftandi avloysarum.

Tætt samstarv er millum viðtalu 3 og viðtaluna á Strondum og tí er neyðugt at tann, ið settur verður er sinnaður at virka fyri hesum.

 

Starvið:

Starvið fevnir um telefonvisitatión og ymiskar læknaskrivara- og sjúkrarøktarfakligar uppgávur. Væntað verður, at tú kanst hjálpa til við bráðfeingis uppgávum, og standa fyri smærri kanningum, sum t.d. urinstix, crp-máting, podning av hálsi og øðrum.

Arbeiðið innan kroniskar sjúkur, kann eisini gerast ein partur av starvinum.

 

Tú:

·         ert løggildur sjúkrarøktarfrøðingur

·         ert álítandi og hevur góð samstarvsevni

·         hevur royndir frá arbeiði í kommunulæknaviðtalu og við talgildu heilsuskipanini Cosmic (fyrimunur, tó ikki eitt krav)

·         ert ein jaligur, opin og glaður persónur

·         dámar væl og dugir at røkja uppgávur í einum skundmiklum gerandisdegi

·         arbeiðir skipað, skjótt og sjálvstøðugt

·         ert tænastusinnað/ur

·         hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu

·         dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn

·         hevur evnini at laga teg til broytingar

 

Vit bjóða

·         eitt fjølbroytt og mennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa

·         ein fjølbroyttan arbeiðsdag við avbjóðingum innan sjúkrarøktarfrøði, skrivara- og royndarstovuarbeiði

·         eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv

·         eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

 

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-700 Klaksvík

ella til t-post: [email protected]

 

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. august 2020 kl. 12:00.

Starvið verður sett frá 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu.


Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa, á tlf.: 794010.