Skip to main content

Søkt verður eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum farmakonomum til Framleiðsluapotekið at byrja skjótast gjørligt. Viðkomandi verða partar av Skamtanartoyminum, sum hevur ábyrgdina av at pakka skamtaðan heilivág til brúkaran á ein tryggan og skynsaman hátt. Talan er um ávikavist eitt fast starv og eitt avloysarastarv, sum er tíðaravmarkað til eitt ár frá setan.

Um størvini

Farmakonomar í Skamtan skulu samskipa arbeiðsgongdina frá tí, at skamtanarforskriftin er góðkend, til heilivágurin er liðugt pakkaður og sendur til brúkaran. Harumframt skulu teir eisini tryggja, at neyðug vøra er tøk og at upplýsingar um vørur í telduforritunum eru rættir.

Dømi um arbeiðsuppgávur:

·       Avgreiða skamtanarforskriftir og senda tær til pakkingar

·       Eftirlit við skamtaða heilivágnum í eftirlitstólinum

·       Pakka skamtaða heilivágin til sendingar

·       Seta upplýsingar inn í telduforrit til pakkimaskinu og eftirlitstól

·       Bíleggja vøru og vøruhandfaran

·       Samskifti við heilsustarvsfólk og brúkarar

Harumframt skulu tit, ið sett verða, vera til reiðar at taka tykkum av øðrum fyrifallandi uppgávum.

Størvini eru í tøttum samstarvi við hini í toyminum.

Førleikar

Tit hava lokið útbúgving sum farmakonomar og ynskja at arbeiða fyri at geva skamtanarbrúkarunum eina góða og trygga tænastu.

Vit vænta, at tit eru álítandi, ábyrgdarfull og dáma væl at hava úr at gera. Tað er týdningarmikið, at tit hava ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt, har dentur verður lagdur á at finna skynsamar og dygdargóðar loysnir. Harafturat dáma tykkum at hava fjøltáttaðar uppgávur og at samstarva við ymiskar fakbólkar.

Vit vænta, at tit eru fyrikomandi og jaligir starvsfelagar, sum ynskja at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Setanarviðurskifti

Talan er um ávikavist eitt fast starv og eitt avloysarastarv, sum er ásett at vera 1 ár frá setan. Bæði størvini eru ásett til 35 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru hvønn gerandisdag kl. 8-16, tó styttri einstakar dagar. Starvstaður er Framleiðsluapotekið, Staravegur 15 í Tórshavn.

 

Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið.

 

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. januar 2021. Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til ejn(at)apotek.fo

 

Hevur tú spurningar um størvini, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 341164 ella senda ein teldupost til ejn(at)apotek.fo

Les meira um okkum á www.apotek.fo