Skip to main content

 KEMILUX hevur eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, innan goymslu og logistik, at byrja skjótast gjørligt.

 

Vit søkja eftir tær, sum dámar at arbeiða skipað, undir trýsti og tryggja eina skynsama goymslu.
Sum framleiðsluvirki, heildarveitari og handil er goymslan ein tíðandi partur av okkara virksemi.

 

Sum goymslulærlingur fært tú holla vitan innan goymslu, og týdningin av at goymslan er væl røkt.

Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á goymsluni, og skúlagongd. Arbeiðið fevnir um inn- og útgangandi vørur og annað fyrifallandi arbeiði. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfelagum.

 

 

Vit vænta, at tú:

 ·         ert arbeiðssamur/som

 ·         ert røkin

 ·         ert álítandi

 ·         ert fyrikomandi

 ·         ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt

 ·         ert før/ur fyri at taka avgerðir

 ·         hevur koyrikort

 

Starvsviðurskifti:

 Lærutíðin er:

 -       3 ár við FHS-prógvi

 -       2 ár við HH-prógvi

 

Starvsstaður: Á Hjalla 14, 188 Hoyvík

 

Um KEMILUX:

KEMILUX er ein fyritøka í støðugari menning, og mennast vit á fleiri økjum, ár fyri ár. Útyvir at KEMILUX er framleiðsluvirki, er KEMILUX eisini veitari av reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðum.

 

Umsókn og freist:

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi 21. Juli 2019, og kunnu sendast til ah(at)kemilux.com

Tú fært nærri upplýsingar um læruplássið, við at venda tær til Andreas F. Hansen, á telefon 214345, ella á t-post ah(at)kemilux.com.