Skip to main content

Søkt verður eftir granskara til Botnfiskadeildina á Havstovuni.

 

Arbeiðið sum granskari er fjølbroytt og fer fram á Havstovuni, við rannsóknarskipi/øðrum skipum og uttanlands.

Arbeiðsøkið hjá granskaranum er m.a.:

-       Fara við Jákup Sverra og øðrum skipum í sambandi við kanningar.

-       Kanna útbreiðslu, lívfrøði og vistfrøði  hjá botnfiski í føroyskum havøki og har føroyska fiskivinnan hevur áhuga.

-       Gera stovnsmetingar av botnfiskasløgum.

-       Vera við í føroyskum og altjóða vísindaligum verkætlanum.

-       Ráðgeva og samstarva við vinnuna og myndugleikarnar.

 

Umsøkjarar skulu hava lívfrøðiliga útbúgving frá hægri lærustovni. Góð evnir at samstarva er ein fortreyt.

 

Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

[email protected]

ella

Havstovan

Nóatún 1, P.O. Box 3051

FO-110 Tórshavn

 

og skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 8. juni 2020.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Petur Steingrund, deildarleiðara ([email protected]) ella Eilif Gaard, stjóra ([email protected]), á tlf. 353900. Heimasíða: www.hav.fo