Skip to main content

Talan er um eitt spennandi starv sum heilsurøktari, á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Starvið er til setan 1. oktober 2019 ella sum skjótast.

 

Miðstova er búeind á Eysturoyar ellis- og røktarheimið í Runavík. Á Miðstovu búgva 20 eldri fólk, umframt at 4 pláss eru til samdøgursrehabilitering. Eysturoyar ellis- og røktarheim  er partur av Roðanum, sum er eldrasamstarvið millum Runavíkar-, Nes-, og Sjóvar kommunu. Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.

Í Miðstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.  Arbeiði á eindini er skipað við greiðum ábyrgdarbýti sammett til røktina. Vit arbeiða við einstaklinga røktargongdum til hvørt búfólk. 

                                                                                                                                                                                    FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
  • KT førleika á brúkarastøði

 

VIT LEGGJA DENT Á

-          Áhugan fyri eldrarøkt

-          Evni at samskifta í skrift og talu

-          Evni at raðfesta, leggja arbeiði til rættis og at arbeiða sjálvstøðugt

-          Hugin og evnini at arbeiða og samstarva í toymi

-          Hugin og evnini at læra frá sær í praksis

-          Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni

 

ARBEIÐSUPPGÁVUR

-          røkt til búfólk

-          Skipa røktargongdir

-          At útinna, miðla og menna røkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk

-          Samstarva við aðrar fakbólkar

 

VIT BJÓÐA TÆR
 - Góða innleiðslu
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Eitt gott arbeiðspláss, góðar starvsfelagar og góðar umstøður
- Møguleikan at menna røktina á deildini
- Gott tvørfakligt samstarv

 

Søkir heilsurøktari ikki starvið, kann starvið setast av øðrum fakbólkið  – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

 

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Honnu Joensen, deildarleiðara á Mioðstovu. Telefon 290208 ella við telduposti til hannaarna(at)rodin.fo 

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin(at)rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”heilsurøktari til Miðstovu”.
Umsóknarfreistin er 26. august 2019.